Sumbiar kommuna er partur av sunnara læknadømi, sum umfatar kommunulæknar og skúlatannlæknan, sum halda til á Heilsumiðstøðini i Vági.

Heilsumidstodini

Í viðtaluni eru tvey kommunulæknastørv. Kommunulæknaviðtala er eftir avtalu millum kl. 8.00 og 16.00.

Bílegging av tíð, endurnýggjan av reseptum o.a. kann gerast mánadag til fríggjadag millum kl. 08.00 – 11.00.

 

Laboratoriið

Laboratoriið kemur til Heilsumiðstøðina í Vági týsdag millum kl. 9.00 og 11.00. Til ber at fáa tikið bílagdar blóðroyndir uttan avtalu frammanundan.


Er átrokandi tørvur á lækna uttanfyri vanliga viðtalutíð, so kann ringjast til vakthavandi kommunulækna á telefon 1870.

Um bráðtørvur er á læknahjálp skal ringjast 112. 112 svarar alt samdøgrið og 112 er ætlað tá illgruni er at lívið er í vanda.